Vælkomin í ta angandi náttúruna í ORKURÓ

“Heilsu-smáttan”, sum er stak hugnalig – eg havi givið henni navnið ORKURÓ – kann uttan iva geva fólki frið og hvíld frá strongd og tuski, sum nútíðar gerandsdagar mangan eru . . .

Strídd og troytt fólk eru ikki ókent fyribrigdi í nútíðar gerandisdegnum . . . Vit fáa mangan ov lítið av hvíld . . .

Orkuró tað er navnið á “heilsu-smáttuni”. Umstøðurnar eru tær bestu, ið hugsast kann, umhvørvið er vakurt og frisælt, og umframt tað fæst at kalla alt, sum er heilsuni at gagni.

Lat náttúruna førka teg – flyta teg – varliga . . og ver bara til . .

Yoga

Yoga-eldurin av bræðir skalið uttan av tí ringa innan í okkum – tí, sum ger okkum ónáðir og fortreð. Vitið verður reinskað. Nirvana er rokkið . . .
Við yoga fæst vitan, ið hjálpir menniskjuni at finna sítt egna sanna eg. Raja Yoga er, tá ið talan er um yoga, tað evsta. Raja Yoga er í høvusheitum soleiðis …

Sí meira ..

Ayurveda

Ayurveda er ikki bara ein vísindagrein – hon er eisini heimsspeki. Grundstøðið er, at hvørt einasta eitt – alt, sum til er – er eitt serstakt fyribrigdi. Í rúmdini er eitt alsamt, áhaldandi suð. Tað er hetta titrandi virksemi, ið framleiðir tey 5 elementini, jørð, vatn, eld, luft og rúm. Hesi fimm upprunaevni hava …

Sí meira ..

Yoga tíðir

Nú vári er við at bjóða set fram, vilja vit boða at yoga vár skeiði stendur fyri durum.

Vit hava nú yoga í Tórshavn og í Leirvík.

Lærari er Lis Helgadóttir frá Orkuró.

Sí meira ..
Støkk inn á gólvið hjá Orkuró, umstøðurnar eru tær bestu, ið hugsast kann, umhvørvið er vakurt og frisælt, og umframt tað fæst at kalla alt, sum er heilsuni at gagni.

Samband

+298 215409
info@orkuro.com

Facebook

Yoga Alliance International